Fyrilesturin hevur heitið Leirlistasavnið í Danmark og norðurlendska leirlistin.
Fyrilesturin byrjar við eini frásøgn um listasavnið á Grimmerhus, tess savn og tað, sum er hent í seinastuni - yvirtøkan av savninum hjá Royal Copenhagen. Hesin parturin av frásøgnini endar við eini framløgu av tí stóru víðkanini av savninum, sum tey arbeiða við nú og fram til upplatingina av tí nýggja, stóra savninum á vári 2015.
Eftir ein lítlan steðg fer Lise Seisbøll við nøkrum royndum at siga frá, hvussu tey í Grimmerhus, har hon er leiðari, arbeiða við ymskum sløgum av norðurlendskari leirlist, har hon fer at seta verkini hjá Guðrið Pulsen inn í nýggju norðurlendsku siðarammuna.
Fyrilesturin verður sunnudagin 13. oktober kl. 16.00.
Lise Seisbøll (Mikkelsen), (fødd Vejs-Petersen, 1.12. 1958) er cand. mag. í listasøgu.










