Nordshipping, sum Smyril Line Blue Water yvirtók í 2006, er nú aftur í Hanstholm sum sjálvstøðugt shippingfelag. Eftir at Smyril Line Blue Water hevur flutt alt sítt shipping-og góðsvirksemi til Hirtshals, beyðst møguleikin aftur hjá Nordshipping at gerast ein sjálvstøðugt felag.
Nordshipping fer nú at leggja sína orku í shippingvinnuna í Hanstholm við lossing, lasting av farmaskipum, eins og felagið fer at umboða ymisk útlendsk feløg og skip, sum brúka havnina í Hanstholm sum heimahavn.
Hanstholm Posten skrivar, at Nordshipping nú eisini fer at taka sær av ymiskum øðrum uppgávum fyri viðskiftafeløg, eitt nú útfylling av útflutnings-og tollskjølum.
Myndin, sum vit prenta saman við hesum tíðindastubbanum, har Norrøna liggur við bryggju í Hanstholm, er fyribils søga.









