Norðmenn fingið sær hvalakvotu

Norskir hvalabátar sleppa at skjóta 1.286 hvalir í ár. Tað er tað sama sum í fjør.

Elisabeth Aspaker, fiskimálaráðharri, sigur, at kvotan tryggjar hvalaveiðivinnuni framvegis góðar virkiskarmar. Hon leggur afturat, at kvotan veitir fulla trygd fyri, at sildrekastovnurin verður troyttur á ein burðardyggan hátt, og at kvotan er ásett sambært útrokningum hjá vísindadeildini hjá Altjóða Hvalaveiðinevndfini, IWC.

 

Oddamaðurin í felagsskapinum Sea Shepherd, Paul Watson, segði í gjár, at gevast japanar at veiða hval í Suðuríshavinum, fara skipini hjá Sea Shepherd í Norðuratlantshavið at forða føroyingum, íslendingum og norðmonnum at veiða hval.

Altjóða Dómstólurin í Haag staðfesti í gjár, at japanska hvalaveiðan í Suðuríshavinum er ólóglig, tí hon er ikki vísindalig, sum japanar siga.