Norðlýsið verður selt fyrsta dagin

– Nei, tað er ikki rætt, at Norðlýsið er selt. Men tað verður selt fyrsta dagin.

 

Tað sigur Olivur Joensen, stjóri á Norðlýsinum.

 

– Vit eru í ferð við at selja, og vit tosað við fýra ymsar áhugaðar keyparar, sigur Olivur Joensen.

 

Olivur Joensen hevur átt Norlýsið í 40 ár, síðani hann keypti tað í 1976. Olivur Joensen, sum fyllir 71 ár í summar, var annars farin frá sum blaðstjóri á Norðlýsinum, og sonur, John William Joesen tók yvir. Men síðani John William Joensen gjørdist sjúkur av parkinson, tá Olivur við aftur sum blaðstjóri. Men hann ætlar sær at gevast, og tey eru avklárað um, at nú skal blaðið seljast.

 

Olivur Joensen er gamal í garði í føroyskari blaðvinnu. Hann byrjaði á Norðoya Prentsmiðju í 1970 sum bókhaldari. Tað var Kjølbro sum átti prentsmiðjuna, sum eisini átti blaðið.

 

– Tá prentsmiðjan legði um frá blýggi til offset í 1974 heitt Evald Kjølbro á meg um at seta, tí eg dugdi blindskrift, greiðir Olivur Joensen frá. Gomlu prentararnir, sum settu við hond, høvdu ikki tørv á at duga blindskrift upp á skrivimaskinu.

 

Í 1976 fekk Olivur Joensen tilboð frá Evaldi Kjølbro um at keypa navnið Norðlýsið fryi 25.000 krónur.

 

– Vit vóru nakrir, sum tóku okkum saman, stovnaðu eitt partafelag og keyptu, sigur Olivur Joensen.

 

Síðani tá er Norlýsið komið út so at siga uttan stegð. Blaðið varð annars kent fyri sínar steðgir, og tiltikið var tað, tá Hákun Djurhuss, formaður Fólkafloksins – sum eisini hevði verið blaðstjóri á Norðlýsinum – á tingsins røðarapalli segði, at »Norðlýsið kemur altíð aftur«.

 

Olvur Joensen hevur starvast á Norðlýsinum burturav síðani 1985.

 

– Eg havi havt tað gott, og mær hevur dámt tað væl. Men eg havi ikki tjent nógvar pengar upp á tað, sigur Olivur Joensen, tá vit hittu hann í telefonini í morgun.

 

Hann er sum sagt púra avkláraður við, at hendan tíðin nú er farin, og at onkur annar skal taka yvir blaðið.

 

Hann vætnar, at sølan er farin fram um ein mánað ella so.