Norðdepilsmálið: Varðhaldsfongsling longd

Føroya Rættur avgjørdi í morgun at leingja varðhaldsfongslingina av 18 ára gamla manninum við fýra vikum

Tað var tann 14. juli, at ein 18 ára gamal maður varð varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava roynt at drepa eitt ungt par í Norðdepli. Somuleiðis varð hann skuldsettur fyri at hava framt harðskap av serliga grovum slagi móti abba og ommu at manninum, sum hann er skuldsettur fyri at hava roynt at dripið.


Maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 14. juli. Og maðurin kemur at verða varðhaldsfongslaður minst fýra vikur aftrat, tí Føroya Rættur hevur í morgun avgjørt at leingja varðhaldsfongslingina fram til 17. januar.