Nord Pluss er ein verkætlan millum skúlar í Svøríki, Danmark og Føroyum.
Høvuðsdenturin verður lagdur á heilsu, og at skúlarnir fáa høvi at vitja hvønn annan.
Føroysku næmingarnir eru av skúlanum á Giljanesi, og teir hava verið og vitjað bæði í Danmark og í Svøríki.
Hesaferð eru bert tríggir næmingar við úr Danmark, tí alt Danmark er rakt av lock-out av læranum.
Sosialurin hevði vitjan av seks av næmingunum til eitt lítið prát mikudagin, og tá hittu vit føroysku Emil og Saschu, donsku Neel og Frederik og svensku Almu og Albin.
Útlendingunum dámdu væl Føroyar, men tey hildu tað kortini vera væl ørvísið, enn tey høvdu ímyndað sær.
Serliga donsku næmingarnir vóru hugtiknir av føroyska landslagnum, og so má sigast, at tey hava verið heppin í veðrinum eisini.
Føroyingarnir vóru stoltir av at sleppa at vísa landið fram, eins og útlendsku gestirnir vóru glaðir fyri upplivingina.
Mikudagin var ferðalagið so í Havn, har tey vitjaðu inni í Miðlahúsinum og vórðu fylogd runt til ymsu deildirnar, og eftir hetta var ein fríløta, áðrenn allur hópurin skuldi í Bowlinghøllina at bowla.
Ferðalagið kom til Føroya mánadagin og fer av landinum aftut í dag, fríggjadag.










