Í kvøld klokkan 19 verður Listaskálin karmur um ein heldur øðrvísi fyrilestur hjá Dr. Stuart Burch, sum starvast á Nottingham Trent University í Onglandi, har hann er yvirlektari í savns- og arvleiðslu á hugvísindadeildini.
Evnið í fyrilestrinum er "rammur" í breiðastu listarligu merking. Í skrivi vísir Listasavnið á, at rammur hava sera stóran týdning, tá ið talan er um list. Kortini verða rammur alt ov ofta tiknar fyri givið ella snøgt sagt ikki virdar. Hetta snýr seg bæði um prýðiliga markið runt um ein málning eins og stabbar undir høggmyndum.
Men eisini er talan um aðrar rammur. Arkitektonisku rúmini í søvnum og gallaríum ramma tey verk inn, sum eru í tí. Framsýningar seta tematiskar rammur fyri úrval av ávísum verkum, og hvussu tey verða sýnd fram. Katalog og ummæli mynda eina kritiska og eftirmetandi rammu. Listfrøðin er grundarlagið fyri eina akademiska rammu, ið setur listafólk og verk inn í skúlar, rørslur og tjóðskaparlig høpi.
Við støði í hesum fer fyrilestrarhaldarin at viðgera rammuhugtakið og greiða frá núverandi granskingarverkætlan síni um list og listasøvn í Norðurlondum. Við hesum er beinanvegin ein landafrøðilig ramma íkomin: Norðurlond. Ber til dømis til at lýsa hetta landaøkið nágreiniliga út frá ávísum eyðkennum? Ella er hugskotið “Norðurlendsk list” eitt hugtak: ein ramma uttan innihald? Hvat halda føroyingar um hetta? Hvussu síggja Norðurlond út í eygunum á føroyingum? Og hvussu passar listin í Føroyum inn í nútíðar savnslandslagið í Norðurlondum?
Fyrilesturin, sum verður í Listaskálanum týsdagin 7. juli kl. 19.00, er partur av einum fýra ára granskingarverkætlan, ið kallast “Norðurlendsk rúm” (Nordic Spaces). Fyrilesturin verður á enskum og varar slakar 40 minuttir. Høvi verður at seta spurningar.