Norðurlandahúsið hevur boðið trimum norðurlendskum yrkjarum at lesa upp. Tað eru Liv Lundberg úr Noregi, Pia Juul úr Danmark og okkara egni Carl Jóhan Jensen. Tey fara at lesa upp úr verkum sínum.
Liv Lundberg er úr Troms. Hon gav fyrsta yrkingasavn sítt, Den klare tonen, út í 1979, og síðani hevur hon skrivað seks yrkingasøvn, tv¦r skaldsøgur og aðra prosa og essay til fleiri tekstasøvn. Hon hevur umsett Sylviu Plath og Inger Christensen til norskt og ritstjórnað einum norðurnorskum tekstasavni. Nýggjasta yrkingasavn hennara er iverksatt, sum kemur út í heyst. Carl Jóhan Jensen hevur umsett hesa yrkingina eftir Liv Lundberg:
ein dagin sum doyvd í desember
fara eingir fuglar á flog av greinunum
eingin gráspurvur, eingin ígda
á foki eftir fannunum
eingin bláur fiskur heingir seg í mína litleysu sjón
skuggarnar sum taka seg saman á skaran er alt eg síggi
sum eg fari frá húsum
dagurin steingir sítt døkka smíl
og eg finni stevið
ið líkasum brestur kaldliga
ondin er farin at dragast við endan
eg gangi ikki longur til leiks men haldi
ímóti víðopnum
Carl Jóhan Jensen er úr Havn, og fyrsta yrkingasavn hansara, Yrkingar, kom út í 1977. Síðani hevur hann lagt úr hondum fimm yrkingasøvn, tv¦r skaldsøgur: Seinnapartur (1979) og Rúm (1995). Hann hevur týtt ein hóp b¦ði sjónleikir, barnabøkur og aðrar fagrar bókmentir. Tvey yrkingasøvn hjá Carl Jóhan Jensen hava verið í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina, eitt nú Tímar og rek (1997).
Pia Juul er úr Norðurjyllandi og debuteraði í 1985 við yrkingasavninum levende og lukket. Hon hevur skrivað trý yrkingasøvn, tað nýggjasta er Sagde jeg - siger jeg, sum kom út fyrr í ár. Harafturat hevur hon skrivað eina skaldsøgu og ein útvarpsleik, sum eitur Tornerose.
Savnið En død mands nys kom út í 1993 og hagani yrkingin stavar:
Kongen af Castilien
var forelsket i jomfru Maria
Og jeg er også
vild med en drøm
De oplyste ruder det røde loft
jeg så fra mørket
gjorde mig gal
Jeg hylede som en hund
jeg fløjtede som en gadedreng
Og der gik måbende
folk forbi
imens jeg stampede
hen over pladsen
Jeg kommer gående hen
langs muren
forsigtigt på stenene i mørket
n¦sten blind
Jeg kommer til at gå den vej
Tilsagt
Jeg blir råbt an, hvem der?
Og det kan jeg ikke fort¦lle
Hóskvøldið tann 21. oktober fara tey trý at lesa upp í Norðurlandahúsinum. Lis Wedell Pape, lektari í bókmentafrøði á Nordisk Institut á universitetinum í Århus, sum í løtuni er gestal¦rari á Fróðskaparsetrinum, fer at leggja fyri.