Norðurlendskt spenningskvøld á Norðuratlantsbryggjuni

Næsta mikudag leggja rithøvundar sínar bøkur fram og kjakast um tær í samband við norðurlendska spenningsmentan, har drápsgátur vera kryddraðar við samfelagstrupulleikum.

 

Í spenningssøguni Metasalem hjá Jógvan Isaksen verður uppdagarin fløktur inn í eina gamla hending í heimbýnum hjá sær, Tórshavn.

 

Í Íslendsku søguni Isblå spor hjá Yrsa Sigurðardóttir verður uppdagarin harafturímóti sendur til Nuuk í Grønlandi, har nakrir íslendingar eru horvnir undir loyndarfullum umstøðum.

 

Í báðum hesum bókum eru staðkendar søgur og hendingar vavdar inn í altjóða og politisk viðurskifti, og søguna hjá tjóðunum. Samstundis hava bøkurnar fingið rós frá donskum ummælarum fyri teirra ráa og sereyðkenda norðurlendska huglagið, og teirra góðu samfelagslýsing.

 

Tiltakið er partvíst á donskum og enskum, og tað varðar umleið ein tíma. Dyrnar og caféin lata upp kl. 19.00 og tiltakið er á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

 

Atgongumerkið kunnu keypast á www.politikenbillet.dk/nordatlanten

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.