- Eftir mínum tykki er tað púra skeiv tat siga, at norðurlensk samstarv bert er ein kaffiklubbur, har einki kemur á skaftið. Soleiðis tekur Høgni Hoydal til í frágreiðingini um norðurlandamál, sum hann legði fyri Løgtingið hósdagin.
Orsøkin til frágreiðingina er, at Løgtingið í næstum skal hava aðalorðaskiftið um framtíðar norðurlendska samstarvið. Tann sonevnda vísmannafrágreiðingin um norðurlendskt samsarv frameftir mælir til stórar broytingar í norðurlendska samstarvinuml, og frágreiðingin verður støðið undir aðalorðaskiftinum í Løgtinginum.
Høgni Hoydal staðfestir í sínari frágreiðing, at gongdin í ES, Baltalondunum og Russlandi tykist fáa alt størri pláss í politiska huganum hjá teimum størru norðurlondunum. Samstundis tykist samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar og eisini Norra, sum ikki er við í ES, at styrkna.
Vandi er fyri, at norðurlendskt samstarv brotnar av um tvøran, har ES-londini draga ein veg, meðan útnorðurlondini saman við Norra draga ein annan veg, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at tað tí er neyðugt, at útnorðurlondini geva norðurlendska samstarvinum eina saltvatsinnspræning.
Fruktagott samstarv
Høgni Hoydal heldur, at Føroyar og hini norðurlondini hava fingið nógv burturúr norðurlendska samstarvinum. Gott samstarv er á mentanarliga økinum, politikkarar, stovnar og feløg samstarva og fáa nógv vitan hvør frá øðrum, sáttmálar eru gjørdir millum londini, sum tryggja borgarunum góð rættindi, sama hvørjum landi, teir búgva í ella ferðast til.
- Norðurlendska samstarvið er okkara besta portur út í heim, og kann enntá geva okkum allar teir fyrimunir, ið vit halda okkum fáa í danska ríkinum, sigur landsstýrismaðurin í norðurlandamálum.
Høgni Hoydal heldur, at Føroyar, Ísland, Grønland og Norra eiga at draga norðurlendska samstarvið í ein vstan, útnyrðin og norðan og samstarva meira við londini har. Samstarvið millum londini í Norðuratlantshavi kann gerast ein verulig styrki mótvegis ES og mótvegis gjónni, sum tykist vera millum norðurlond.
Gera Føroyar sjónligari
Landsstýrið hevur sett sær fyri, gera Føroyar sjónligari í norðurlendska samstarvinum komandi árini. Føroyar skulu hava sjálvstøðugan limaskap og gjalda sjálvi. Sum er, hava Føroyar, Grønland og Áland ikki sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Sum ítøkilig mál hevur landsstýrið milllum annað seg sær at fáa sett pening av á fíggjarlógini til norðurlandamál, at samskipa kunningina um norðurlendskt samstarv í Føroyum við serligum denti á ungdómsarbeiði og at styrkja um samstarvið millum londini í útnorðri og Norðuratlantshavinum.
Nógv av hesum, sum Landsstýrið hevur sett sær sum mál, samsvarar við tilmælini í vísmannafrágreiðingini, og Høgni Hoydal heldur, at Føroyar eiga at stuðla høvuðstonkunum í vísmannafrágreiðingini, sum mælir til, at umskipa og styrkja um samtarvið í Norðurlandaráðnum.
Tað er ikki greitt enn, nær Løgtingið fer at hava aðalorðaskifti um norðurlandamál.