Norðurkorea viðgongur at hava kjarnorkuvápn

Undir samráðingunum við amerikanararnar skala Norðurkorea hava játtað, at landið hevur kjarnorkuvápn. Fyrsta samráðingarumfarið endaði í gjár, og tá var langt millum partarnar.

-Jú, vit hava kjarnorkuvápn, og hvat ætla tit at gera við tað?

Tað var svarið, amerikanski samráðingarleiðarin, James Kelly, fekk, tá hann spurdi norðurkoreanska samráðingarleiðaran, Li Gun, um Norðurkorea hevur kjarnorkuvápn ella ikki.

Svarið sigur ikki so lítið um tónan í samráðingunum, men sambært amerikanska varauttanríkisráðharranum, Richard A. Boucher, kom svarið ikki óvart á amerikansku samráðingarmenninar. Boucher sigur, at amerikanska stjórninhevur leingi kent seg fullvísa í, at norðurkoreanar hava kjarnorkuvápn. Ein av amerikansku samráðingarmonnunum sigur, at norðurkoreanar viðgingu eisini, at landið umhugsar at royna kjarnorkuvápnini.

Amerikanarar halda, at Norðurkorea ætlar sær at nýta kjarnorkuvápnini til at trýsta USA til at veita landinum búskaparliga hjálp, men Colin Powell, uttanríkisráðharri segði í gjár, at hesum fáa norðurkoreanar einki burturúr.

Kina var umboðað í samráðingunum, sum vóru í Beijing, og amerikanarar ætla, at Suðurkorea og Japan skulu taka lut í næsta samráðingarumfari, tá tað verður, ella um tað verður, sum Colin Powell orðførdi seg í gjár.