Trý pør av brøðrum á A-landsliðnum í flogbólti

Umframt hesa serligu beiggja-samanseting á A-landsliðnum í flogbólti, er høvuðsvenjarin, Boban Ilic, eisini pápi at tvíburðunum, Filip og Vuk Ilic

Tað er ikki óvanligt, at systkin íðka somu ítróttargrein. Tað kemur eisini meir enn so fyri, at systkin eru á somu liðum og síðan enda á landsliðum.

 

- Men, tað er heldur óvanligt, at trý pør av brøðrum eru á einum A-landsliði samstundis, og at teir haraftrat allir hava ein lyklaleiklut á liðnum.

 

Hetta siga tey í Flogbóltssambandi Føroya í dag.

 

Frá vinstru á viðheftu myndi hava vit tvíburðabrøðurnar, Filip Ilic (kantur) og Vuk Ilic (diagonalur), sum hava sín uppruna í Mjølnir í Klaksvík.

 

Í miðjuni hava vit fyrst Jákup Árni Elisson Wang (ASV Århus) og stórabeiggja hansara, Jóhan Arni Elisson Wang (Fleyr), sum báðir spæla miða.

 

Uttast til høgru hava vit Hjørtur Joensen (diagonal) og lítla beiggja hansara, Bjarna Joensen (kantur), sum báðir hava sín uppruna í Sørvágs Ítróttarfelag.

 

Umframt hesa serligu beiggja-samanseting, er høvuðsvenjarin, Boban Ilic, eisini pápi at tvíburðunum, Filip og Vuk Ilic.

 

##med2##