Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar

Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum

ann 79 cm langa og 6 kg tunga honin, sum varð fingin í 2025. Lítli fiskurin omaná er ein seilur.

Havstovan skrivar, at hetta varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79 cm langur og vigaði 6 kg. Hann varð fingin eystan fyri Munkagrunnin. 

 

Eins og undanfarin ár var meginparturin av svartkalvanum, sum varð fingin á svartkalvatúrinum, óbúgvin rognafiskur og nakað var óbúgvin siljafiskur. Støddin var eisini sum vant, meginparturin millum 45 og 60 cm langur. Tó var nøgdin minni í ár í mun til í 2023, og væl minni enn eitt miðalár. Ongin svartkalvatúrur var í 2024 vegna verkfall.

 

Fyrsti regluligi svartkalvatúrur var í 1995. Endamálið er at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sjógvi. Svartkalvin undir Føroyum er partur av einum størri stovni, sum eisini heldur til undir Íslandi og Eysturgrønlandi.

 

Túrfrágreiðing kann lesast her.

 

ann 79 cm langa og 6 kg tunga honin, sum varð fingin í 2025. Lítli fiskurin omaná er ein seilur.