Ferðavinnugransking í menning á Setrinum

Tørvurin á vitan um ferðavinnu, sum er vælgrundað og byggir á gransking, er vaksandi, og tí eru mennandi átøk sett í verk á Fróðskaparsetri Føroy

Á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya eru granskarar farnir at styrkja samstarvið við granskingarstovnar, sum hava drúgvar royndir, tá talan er um ferðavinnugransking og útbúgving á ferðavinnuøkinum. Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya. 

 

Søgu- og Samfelagsdeildin luttekur í tveimum nýggjum verkætlanum saman við granskarum úr Kanada, Skotlandi og Norðurlondum.

 

Verkætlanin Piloting the transition from volume to value in tourism measurement (2024-2026), har Føroyar verða brúktar sum stakdømi, hevur til endamáls at menna nýggjar og dygdargóðar hættir at máta ferðavinnuframgongd út frá góðsku heldur enn nøgd.

 

Málið er at fáa nýggjar góðsku-indikatorar, sum geva eitt ískoyti til vanligu hagtølini, har hugt verður eftir umsetningi, gistingum og útflutningsvirði.

 

Granskingarverkætlanin hevur í hyggju at menna meira burðadyggar loysnir fyri ferðavinnuna.

 

Verkætlanin er eitt samstarv millum Toronto Metropolitan University, BehaviorSmart, Fróðskaparsetrið og Visit Faroe Islands. NORA og HX Foundation úr Kanada hava játtað stuðul til verkætlanina.

 

Útlendsku granskararnir Rachel Dodds, professari, Michelle Novotny úr Toronto og Milena Nikolova vóru í Føroyum í mai mánaði fyri at gera samrøður, skipa fyri verkstovum og luttaka á fundum við føroyskar ferðavinnufyritøkur. Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, Elisa P. Vang, granskingarhjálparfólk, og Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands, luttaka úr Føroyum.

 

Verkætlanin Tourism in context: Place-based Tourism Strategy Evaluation in the North Atlantic (2025-2026) hevur til endamáls at stuðla strategiskari planlegging av burðadyggari ferðavinnu á lokalan stigi.

 

Málið er at tryggja sær, at ferðavinnu-menningarætlanir á smáum ferðamálum laga seg til tørvin og virðini hjá lokalsamfelagnum. Verkætlanin stuðlar málinum um at menna regenerativa ferðavinnu í Føroyum.

 

Umframt Alönu Roitershtein, sum arbeiðir á deildini hjá Robert Gordon University, í Orknoyggjunum, luttaka granskarar og serfrøðingar úr Føroyum, Íslandi og Noregi í hesari verkætlanini. Alöna var gestagranskari á Søgu og samfelagsdeildini í mai mánaði, tá hevði hon ein almennan fyrilestur um burðadygga ferðavinnu. Lesið meira um hann her.

 

Eftir ætlan verður Grønland eisini umboðað í nýggju verkætlanini, sum hevur fingið fíggjaðarligan stuðul úr NORA-grunninum.