Í vikuni lat BankNordik upp deild á Biskupstorgi í Klaksvík. Men tað verður ikki leingi, at deildin er einsamøll á nýggja torginum í Klaksvík, tí 29. november verður Norðurjól við nógvum tiltøkum á Biskupstorgi.
Norðurjól er heiti á jólatiltaki, sum Klaksvíkar kommuna hevur staðið á odda fyri seinastu fýra árini. Norðurjól hevur ment seg frá at vera eitt leygardagstiltak til í ár at vera eitt jólatiltak, sum hevur fjølbroytta skrá allan desember mánað, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sigur, at hetta er ein roynd, har handlar, fyritøkur og stovnar hava møguleika at royna umhvørvið, sum í framtíðini skal húsa tílíkum virksemi. Arbeitt verður eisini við at fáa skoytibreytina klára til fyrst í desember.
Mimmy Vágsheyg, sum í ár samskipar Norðurjól, sigur, at hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva.
– Fólk, sum eg havi verið í samband við, eru spent, forvitin og full av hugskotum, hvussu vit á bestan hátt kunnu gera jólahugnan á Biskupstorgi heilt serligan. Tað er ótrúliga stuttligt at síggja, hvussu handlarnir og ymiskir stovnar beinanvegin hugsa um samstarv, tá ið farast skal undir eitt tílíkt tiltak. Eg kann millum annað nevna, at 2U og Flora fara at hava ein handil saman, og at Amarant og skótarnir eisini eru farin í eitt samstarv um sølu av sneisabreyði, sigur Mimmy Vágsheyg.
Átta handlar fara at hava fastan bás, meðan nógv annað virksemi fer at verða í styttri og longri tíðarskeið. Møguleiki verður millum annað at keypa prýðislutir, pløgg, kaffi og køkur.
Bæði Jógvan Skorheim og Mimmy Vágsheyg eru sannførd um, at jólini á Biskupstorgi fara at verða eitt gott íkast til tað fjølbroytta virksemið, sum býurin annars bjóðar, og tey gleða seg til ein heitan kopp av kakao í nýggja umhvørvinum.