Norðuratlantiskir dagar á Ríkissjúkrahúsinum

Í hesum døgum eru norðuratlantiskir dagar á Ríkissjúkrahúsinum við tiltøkum úr Føroyum og Grønlandi.

Tiltakið byrjaði í gjár og heldur fram í dag og í morgin.

Nú klokkan 13 í dag fer Bergur Jacobsen at halda føroyska gudstænastu í kirkjuni á Ríkissjúkrahúsinum og klokkan sjey í kvøld verður føroyskur dansur í Forhøllini, har dansifelagið Fótatraðk skipar fyri.

Klokkan 11 í morgin fara grønlendski sangarin, Julie Berthelsen, og tónleikararnir Peter Dencker og Per Løkkegaard at syngja og spæla í Forhøllini, og á miðdegi, klokkan 12, verður bindiverkstaður, eisini í Forhøllini, har grønlendsk, íslendsk og føroysk bindingamynstur eru á skránni.

Klokkan 14 fara tey at fortelja grønlendskar spøkilsissøgur í kirkjuni á Ríkissjúkrahúsinum og á sjúklingabókasavninum klokkan 16 verða íslendskar søgur um um risar, spøkilsi og kappasøgur.

Tað er Sigga Eythorsdottir, fyrilestrarhaldari og sangari, sum skipar fyri.

Og tað seinasta á skránni verður klokkan 19 í annaðkvøld, tá ið grønlendska kórið, Aavaat, fer at syngja í Forhøllini.