Ein nýggj kanning vísir, at sera nógv olja og gass eru í undirgrundini við Norðpólin Serfrøðingar hava leingið hildið, at olja og gass eru í undirgrundini undir Norðpólinum, og nú vísir tann fyrsta veruliga kanningin, at har er so mikið av olju, at økið kann nøkta oljutørvin hjá øllum heimsins londum í trý ár og gasstørvin í heili 14 ár. Tað skrivar Politiken.
Sagt verður, at tað mesta av gassinum er í tí russiska partinum av póløkinum, og at tað styrkir støðu Russlands á gassmarknaðinum, har landið longu er tað fremsta í heiminum.
Enn er ikki semja um, hvussu ræðisrætturin yvir økinum við Norðpólin skal býtast, og Russland, Kanada, USA, Noreg og Danmark krevja øll part av økinum.