Fyri eini lítlari løtu síðani varð Norðoyartunnilin stongdur. Løgreglan sigur, at tað eru onkrir trupulleikar við ferðsluni í tunlinum, men tey vita ikki, hvat tað, sum er galið.
Tey eru nú í ferð við at kanna málið, men løgreglan sigur at einki bendir á, at talan er um nakra vanlukku, ella eitt óhapp, men at talan er um ein bil, sum er steðgaður upp.
Tað er nakað av royki í tunlinum, men løgreglan heldur, at hann stavar frá bilinum, sum er uppsteðgaður. Sum tað sæst á myndini standa nógvir bilar uttan fyri og bíða eftir at sleppa ígjøgnum.









