Fyri eini løtu síðani varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Norðoyatunlinum. Løgreglan sigur, at talan var um ein bil, sum hevur rent á og tað var bara hesin eini bilurin uppi í. Sjúkrabilur og løgregla fóru á staðið, men skaðin er ikki álvarsligur og bilførarin, sum var fyri óhappi, er farin víðari.
Men løgreglan sigur, at hetta hevur forðað ferðsluni, so bíðirøðirnar av bilum eru rættiliga langar. Nú verður tunnilin stongdur ímeðan vegbreytin verður ruddað aftur, so at bilar aftur kunnu koyra trygt ígjøgnum, men tey vænta ikki, at tað tekur so langa tíð.











