Tað skal vera Norðoyatunnilin, sum skal fíggja arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall. Tað halda fleiri politikarar í samgonguni.
Bæði politikarar, og fólk annars, hava strongt á at fáa nýggjar tunlar Norður Fjall gjørdar, men samstundis eru tað eisini nógvar aðrar íløgur, sum tað eru átrokandi at gera. Tessvegna eru 15 milliónir settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár til nýggjar tunlar Norður um Fjall. Men tað røkkur ikki serliga langt, serliga ikki tá ið ætlanin nú er at broyta linjuføringina, soleiðis at tann syðri tunnilin skal vera av Gerðabøi í Klaksvík til Árnafjarðar, og tann tunnilin er ikki projekteraður enn. Núverandi tunnilin gongdur av Ánunum til Árnafjarðar, men verður hann gjørdur av Gerðabøi, verður hann væl longri og væl dýrari, men vinningurin er, at so slepst undan at koyra ígjøgnum allan Klaksvíkar bý.
Tilsamans kosta tunlanir sostatt 450 - 475 milliónir og hetta hevur fingið fleiri løgtingslimir at finna uppskotið fram aftur um at lata Norðoyatunnilin gera arbeiðið.
Endamálið er at Norðoyatunnilin skal taka lán til tunlarna Norður um Fjall og at fíggja teir, men so kann landskassin endurrinda Norðoyatunlinum pengarnar aftur seinni.
Verður hesin mátin brúktur, ber til at framskunda arbeiðið, halda politikarar í samgonguni.
Tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár varð samtykt, helt Bill Justinussen úr Miðflokkinum, at fíggingarmátin, sum er brúktur til undirsjóvartunlar, nevniliga at seta pengar í eitt partafelag, er ein góður máti at fíggja tunlar upp á
Tí heldur hann, at Norðoyartunnilin kann taka lán og fíggja tunlarnar Norður um Fjall. Hann heldur, at tað er einfalt og lætt at lata eitt felag gera tunlarnar Norður um Fjall, og so kann tað almmenna rinda Norðoyatunlinum pengarnar aftur upp á nøkur ár.
Sostatt sleppa vit undan, at stígur kemur í at gera tunlarnar av manglandi fígging, heldur hann.
Jákup Mikkelsen, tinglimur úr Fólkaflokkinum, heldur, at skal gongd av álvara koma á Tunlarnar Norður um Fjall næsta ár, er tað helst besta loysnin at leggja ábyrgdina á Norðoyatunnilin, so at han kann gera tunlarnar, uttan at ávirka íløgukarmin hjá Landskassanum.
Og tað er Jenis av Rana, landsstýrismaður, samdur í. Lat okkum halda fast um hesa ætlanina, tí hetta er tað einasta rætta til tunlarnar Norður um Fjall, sigur hann.
Hinvegin hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og samferðslumálum, boðað frá, at heldur enn at leggja ætlanir fyri einstakar verkætlanir, fer samgongan at gera eina heildarætlan fyri allar íløgur hesi næstu árini, eisini fyri tunlarnar.
Men samstundis sum at summir politikarar í samgonguni vilja avtaka bummgjøldini, heldur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at vit eiga at fíggja okkara samferðslukervið við brúkaragjaldi burtur av.
Her hugsar hann um, at mvg av bilum, vegskattur, og avgjøld av olju og bensini, skulu brúkast til at byggja samferðslukervið út fyri – og so heldur hann eisini, at vit skulu venja okkum til at rinda bummgjald í langa tíð afturat.
Hann heldur heilt einfalt, at vit skulu stovna eitt felag, sum skal fíggja alt samferðslukervið, sum síðani skal fíggjast við bummgjøldum, vegskatti, avgjaldinum á bensini og diesel, og øðrum gjøldum.
– Tað sigur seg sjálvt, at verður Suðuroyartunnilin ikki lagdur uttan fyri fíggjarlógina, verður tað heilt ómøguligt at fíggja hann.
Áður hevur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, víst á somu loysnina.
Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, mælir staðiliga frá at fíggja tunlar, sum vi ikki taka bummbjald fyri, uttan fyri figgjarlógina.











