Norðoya Sambandsfelag vil hava fund við tingmanningina

Norðoya Sambandsfelag skuldi stilla upp til komandi løgtingsval í gjárkvøldið, men uppstillingin bleiv útsett Í tíðindaskrivi boðar Norðoya Sambandsfelag frá, at felagið staðfestir, at verður uppskotið hjá Edmundi Joensen um Føroyar sum eitt valdømi samtykt av Føroya Løgtingi, missa lokalfeløgini politiska ávirkan og harvið áhugað fyri at halda fram við politiska virkseminum.

Sagt verður, at felagið stendur spyrjandi yvir fyri teimum broytingum, sum ætlanin er at fremja, og í hesum sambandi verður tingmanning Sambandsflokksins boðin til fundar mánakvøldið 29. oktober at greiða felagnum frá, hvussu flokkurin/uppstillingin skal skipast, um Føroyar gerast eitt valdømi.

Í hesum sambandi verður uppstillingin av løgtingsvalevnum útsett til mánakvøldið 29. oktober, sigur Norðoya Sambandsfelag at enda.