Teir seinastu mánaðarnar hava norðmenninir Joshua French og Tjostolv Moland sitið í fongsli í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, har teir eru ákærdir fyri dráp, drápsroynd, njósning og stuldur.
Teir báðir menninir, sum eru 27 og 28 ára gamlir, nokta seg sekar. Men ákærin ivast ikki í, at teir eru sekir í øllum ákærunum, og at teir harumfram høvdu ætlanir um at skipa eitt brotsmannakervi, sum skuldi leypa á fólk og taka teirra ognir.
Norskir fjølmiðlar skriva, at verða teir báðir menninir dømdir sambært ákæruritinum, kunnu teir fáa deyðarevsing.










