Nólsoyingar bjóða øllum vælkomnum á ovastevnu 

- Flestu tiltøk eru ókeypis, og tað eru konsert-og tónleikatiltøkini eisini. Tú rindar fyri tað, tú keypir, og síðan eru tað nøkur tiltøk, sum kosta. Annars er alt ókeypis, sigur forkvinnan í ovastevnunevndini

 

Ann-Mari av Skarði hevur í fleiri ár staðið á odda fyri fyrireikingunum til ovastevnu í Nólsoy. Aftrat sær hevur hon góð fólk í nevndini og kring um í bygdini, sum eru von við at skipa fyri. 

 

Tað er altíð eitt stórt tak at skipa fyri einari bygdarstevnu, og soleiðis er ovastevna einki undantak. Tað skulu nógvar hendur til at reisa eitt slíkt tiltak á føtur, men í Nólsoy stendur ikki á at fáa fólk, tá tingini skulu gerast. 

 

Ann-Mari vísir á, at stevnunevndin eigur flestu tiltøkini sjálv, og tí skulu tey eisini hava fólk, sum á sjálvari stevnuni standa í sølubúðunum eftir ávísum skifti. Alt er sjálvboðið, og tey eru mong, sum brúka nógva tíð og orku upp á tiltakið. 

 

Forkvinnan í ovastevnunevndini sigur, at aftur í ár hevur eydnast at seta saman eina skrá, sum hevur nakað til øll, bæði til børn, vaksin og tilkomin.

 

- Tað hevur altíð verið soleiðis, at leygardagurin er hin stóri dagurin á stevnuni, og vit kunnu róliga siga, at dagurin er ein veruligur familjudagur. 

 

Ann-Mari vísir á, at SSL siglir um fjørðin allan dagin í dag og alla náttina, og tískil er dagurin í dag eitt gott høvi hjá familjum við børnum at leita sær út til Nólsoyar.

- Á Malarenda verður eitt barna-og familjutiltak klokkan 15, og her verða ymisk spøl. 

 

Sandurin og fjøran kring Malarenda er altíð eitt gott spælipláss hjá børnum. 

 

Um somu tíð, sum barna-og familjutiltakið er á Malarenda, verður eisini barnabasarur – ella loppumarknaður - úti á Træbrúgv, har børn eitt nú selja gamlar leikur.

Í fleiri ár hevur tað verið soleiðis á ovastevnu, at leygardagurin er familjudagurin.

- Tá so kvøldið kemur, og náttin nærkast, fara flestu familjur, sum eru komnar út um fjørðin um dagin, inn aftur, og tá kemur ein streymur av yngri fólki út til Nólsoyar at hugna sær í náttarlívinum.

Ann-Mari sigur, at felagssangurin, sum byrjar í kvøld klokkan 22, er eitt hæddarpunkt, sum savnar ein hóp av fólki, og tá felagssangurin er liðugur, byrjar náttarlívið.

- Men, longu áðrenn felagssangin, verða fleiri forvitnisligar tónleikaframførslur.

Hon vísir á, at Jónas og Helgi, sum eru tveir blaðungir menn, hava eina tónleikaframførslu á bryggjuni klokkan 20, og um somu tíð byrjar eisini Kim Hansen at spæla í Maggie’s, har tað er ókeypis atgongd. 

Klokkan 21 í kvøld verður ein forvitnislig tónleikaframførsla á bryggjuni, og her verður tað eingin minni enn Guðrið Hansdóttir, sum fer at syngja og spæla.

Men, kvøldið í Nólsoy endar ikki við stóra felagssanginum.

Ann-Mari av Skarði sigur, at Ólavur á Váli og Rox fara at spæla í tjaldinum á bryggjuni klokkan 23, og tá verður eisini føroyskur dansur í Avhaldshúsinum.

- Tann stóri dansurin, sum altíð er á ovastevnu, byrjar í Royndarhúsinum í kvøld klokkan 23, tá Martin Sømark og Finnur S. Olsen fara á pallin.

 

Flestu tiltøk á ovastevnu eru ókeypis, og tað eru konsert-og tónleikatiltøkini eisini.

- Einki gjald verður tikið, hvørki frá nólsoyingum, ei heldur frá øðrum, sum koma út til Nólsoyar at halda ovastevnu. Tú rindar fyri tað, tú keypir, og síðan eru tað nøkur tiltøk, sum kosta, men her eru eisini øll konserttiltøk og framsýningar ókeypis.

 

Hevur tú hug at fara í dansin í Royndarhúsinum, kostar atgongumerkið ein hundrað krónuseðil.

 

Ann-Mari av Skarði vísir á, at síðan endamálið við ovastevnu ikki longur er at savna inn pening til svimjihyl í Nólsoy, ynskja tey í stevnunevndini, at tiltakið bara hongur saman fíggjarliga.

- Tórshavnar kommuna hjálpir til við flaggstengrum, fløggum, ljósum og ymiskum øðrum, og kommunan tekur sær eisini av uppruddingini eftir stevnuna. Haraftrat stuðlar kommunan eisini tiltakinum fíggjarliga.

 

##med2##

Hetta ger, sigur forkvinnan í ovastevnunevndini, at tey kunnu skipa fyri einari stevnu, har flestu tiltøk eru ókeypis. 

- Vit vilja gjarna, at ovastevna sum familjutiltak ikki nýtist at vera ein fíggjarlig byrða hjá familjum við børnum, men at hetta skal verða eitt tiltak, har øll kunnu verða við, leggur hon aftrat.

Ovastevna plagar at savna nøkur túsund fólk, og hetta er eisini eitt frálíkt høvi hjá nólsoyingum, sum búgva aðrastaðni, at leita aftur á gamlar gøtur við familjuni.

Veðrið hevur altíð nógv at siga fyri eitt slíkt stevnutiltak.

- Tað er hugnaligt á bryggjuni leygarkvøldið, tá tónleikaframførslur eru. Málið er, at framførslurnar eru uttandura, samstundis sum fólk kunnu sita við borð, sum verða sett upp á bryggjuni. Skuldi veðrið spælt okkum eitt puss, sum tað vónandi ikki fer at gera, verða framførslurnar í tjaldinum.

Aftur í ár verður roknað við nógvum fólki á ovastevnu. 

- Jú, vit vænta sum altíð nógv fólk, og øll skulu vera hjartaliga vælkomin á stevnu í Nólsoy, sigur forkvinnan í ovastevnunevndini, Ann-Mari av Skarði.

 

 

 

Ann-Mari av Skarði, forkvinna í ovastevnunevndini.