Pedagogfelagið gevur eina skeiva mynd av støðuni.
Tað sigur Fíggjarmálaráðið, nú Pedagogfelagið hevur greitt almenninginumn frá, hví felagið hevur slitið lønarsamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið.
Í Kringvarpinum greiddi formaðurin frá, at pedagogfelagið royndi at tryggja, at tey, ið lesa til námsfrøðing aftur sleppa í starvslæru.
Hetta er ikki rætt. Tey lesandi sleppa ikki í starvslæru, ti pedagogfelagið noktar sínum limum at átaka sær hesa uppgávuna, sigur Fíggjarmálaráðið.
- Tað er ikki Fíggjarmálaráðið, ið forðar fyri starvslæruni hjá teimum lesandi.
Ráðið sigur, at beinanvegin landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tók við, royndi hon at fáa Pedagogfelagið at steðga arbeiðsteðginum, í minsta lagi til samráðingarnar millum partarnar vóru lidnar, men tað vildi Pedagogfelagið ikki.
Les eisini: Pedagogfelagið slitið samráðingarnar
- Fíggjarmálaráðið hevur gingið við til munandi hækking av samsýningini til námsfrøðingar, ið hava starvslesandi, men Pedagogfelagið vildi ikki taka av.
Fíggjarmálaráðið sigur, at tey hava eisini bjóðað pedagogum hægri løn, og aðrar ábøtur betringar, sigur ráðið.










