Nokta tjóðveldisfólki at brúka løgmann til fótatraðk

Løgtingslimir hjá Tjóðveldisflokkinum skulu ikki longur vænta at tey sleppa at spyrja løgmann um hvat sum helst

- Tað, sum Tjóðveldisflokkurin ger, er at háða bæði løgmann og landsstýrismenn.
- Og tað ætla vit at steðga.
Tað var Hendrik Old, Løgtingsmaður, sum tók stig til at forða Páll á Reynatúgvu at spyrja Løgmann um nakrar spurningar í Løgtinginum um Sandoyartunnilin.
- Hetta hevur als onki við tað at gera, at vit vilja forða tinglimum at seta landsstýrisfólkum og løgmanni spurningar. Men spurningarnir skulu setast til tann rætta, sigur Hendrik Old.
 Hann sigur, at tað vísir seg, at ein óskikkur hevur tikið seg upp í Løgtinginum. Og tað er, at tinglimir úr andstøðuni eru farin at seta løgmanni spurningar um viðurskifti av øllum handa slagi.
Fyri jól varð løgmaður spurdur um avleiðingarnar av skattalættanum. Og í gjár ætlaði at Páll á Reynatúgvu at spyrja løgmann um linjuføringar og annað í sambandi við Sandoyartunnilin.
- Slík framferð er at niðurgera tey landsstýrisfólk, sum sita við málsøkinum. Men tað er eisini at brúka løgmann til fótatraðk, sigur Hendrik Old.
Hann sigur, at tí hava tinglimir í samgonguni tosað saman um hetta og eru samd um at royna at fáa hetta aftur á beint.
Hann vísir á, at ein spurningur um linjuføringar og aðrar smálutir í sambandi við Sandoyartunnilin eigur at verða settur Bjarna Djurholm, sum er landsstýrismaðurin, ið varðar av málinum.
- Hetta eru spurningar, sum Løgmaður ongan møguleika hevur at svara. Skal Løgmaður svara, má hann fyrst spyrja Bjarna Djurholm og umsitingina í Vinnumálaráðnum. Og fyri tað fyrsta er tað meiningsleyst at Løgmaður skal standa á tingsins røðarapalli og lesa eitt svar, sum Bjarni  Djurholm í veruleikanum hevur skrivað.
- Men ein annar vansi við hesum er, at er okkurt komið skeivt fyri í svarinum, verður tað Løgmaður, sum noyðist at standa til svars fyri Løgtinginum, hóast hann ongan møguleika hevur at eftirkannað svarið, tí tað er ein heilt annar landsstýrismaður og ein heilt onnur umsiting, sum hevur ábyrgdina av tí.
Hendrik Old heldur, at hetta er bæði at háða Løgmann, sum noyðist at taka ábyrgdina av einum svari, hann í veruleikanum onki hevur við at gera. Men hetta er eisini ein háðan ímóti Bjarna Djurholm, sum hevur alla vitanina, men noyðist at lata Løgmann lesa svarið upp.
- Tað gongur ikki longur, at løgmaður skal brúkast til fótatraðk og skal svara øllum handa slagi. Løgmaður hevur latið landsstýrisfólkunum ábyrgdina yvir teimum ymsu málsøkjunum og tí eru tað landsstýrisfólkini, sum eiga at svara.
- Og vit eiga at hava størri virðing fyri løgmansembætinum enn so, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Slapp ikki at spyrja Løgmann og greinina: Taki hetta ikki sum illvilji.