Nógv ung spilla tíðina burtur á skúlabeinki

Miðnámsskúlarnir skulu ikki vera ansingarstovnar og tað eru nógv ung, sum fara í miðnámsskúla, hóast tey ikki tíma at ganga í skúla

 

- Tað eru alt ov nógv ung í Føroyum, sum fara í Miðnámsskúla, hóast tey yvirhøvur ikki hoyra heima har.

Tað eru tey flestu ungmannafeløgini hjá politisku flokkunum samd um.

Á politiskum ungdómsfundi nú eitt kvøldið, varð støðan hjá miðnámsskúlunum til umrøðu, og har vóru politisku ungdómsfeløgini samd um, at tað eru nógv ung, sum fara á miðnámsskúla, uttan at tey hoyra heima har. Her verður hugsað um teir bókligu miðnámsskúlarnar.

 

Tey ungu fyri Miðflokkin halda, at miðnámsskúlarnir skulu ikki vera ansingarstovnar.

Men tað eru heilt nógv fólk, sum fara á miðnám, og sum slett ikki hoyra heima har og tað er at søpla skattaborgarans pengar burtur.

Tey hava áður skotið upp, at ídnir næmingar, sum fáa góðan karakter, skulu fáa hægri studning enn teir dovnu næmingarnir.

Minstakrav má vera at vit fáa eitt fyrireikandi ár, sum skal brynja tey ungu at velja tey røttu fakini, halda tey ungu í Miðflokkinum.

Tey halda eisini, at upptøkukrav skulu setast, so at ikki øll skulu hava rætt at sleppa inn á allar útbúgvingar.

 

Tey ungu Fólkaflokkinum halda, at tað er at fara ov langt at gera tað til ein mannarætt at sleppa á miðnámsskúla.

Útgangsstøðið má vera, at øll skulu hava møguleikan til tað, men tað er ikki rætt at lata hurðarnar upp fyri øllum, tí øll eru ikki skikkað til tað.

Tí eiga tað at vera upptøkuroyndir, ella onnur krøv.

Men skúlagongdin skal síggjast sum eitt starv og tann, sum ikki møtur upp, skal eisini missa studningin.

- Tað eru nógv, sum hava livað fínt ímeðan tey hava gingið í skúla, uttan at gera nakað við skúlan. Men tey hava fingið studning fyri einki at gera.

Tey ungu í Tjóðveldi halda eisini, at ov nógv fólk eru í miðnámsskúla, bara fyri at fáa studning. Men tey áttu at fingið at vita áðrenn, at tey áttu at valt sær eina aðra leið.

- Hugburðurin er, at øll eiga at fara í miðnámsskúlan og tí fyllast teir – eisini av fólki, sum áttu at roynt okkurt annað.

Eisini tey ungu í Tjóðveldi halda, at ein upptøkuroynd hevði verið hóskandi.

Men útbúgvingin eigur at endurskoðast, tí nógv noyðast at hava nógv fak, tey aldrin fáa tørv á.

 

Sosialistisk ung eru samd í, at alt ov nógv eru á studentaskúla, sum ikki hoyra heima har og sum onki tíma.

Ein kanning, tey hava, vísir, at 65 prosent av teimum ungu í Havn, enda í Hoydølum.

 

Tey halda eisini, at tað er ein keðilig gongd, at kynsbýtið á studentaskúlanum er alt ov skeivt við tað, at tað er stór yvirvág av gentum.

Sosialistisk ung halda, at tað er neyðugt at gera yrkisútbúgvingarnar meiri lokkandi hjá teimum ungu.

Hinvegin eru tey ikki samd, at tað skal vera upptøkukrøv, tí øll sum eru skikkað, skulu fáa høvi at royna seg.

 

Í Unga sambandinum  halda tey, at tað eigur at vera ein rættur at nema sær vitan, men at tað er ivingarsamt um tað skal beinleiðis vera ein mannarættur at fáa útbúgving.

Karakterskipanin er eitt sindur óheppin, tí miðaltalið er ógvuliga nógv treytað av fakum, einum ikki dámar. 

 

Men tey politisku ungmannafeløgini eru eisini samd um, at tað er neyðugt at at tey ungu fáa betri lestrarvegleiðing, longu í fólkaskúlanum so at tey ungu eru betur fyrireikað at velja sína útbúgvingarleið.