Nógv løgreglufólk at síggja í Havnargøtum í dag

Fólk skulu ikki óttast, um tey síggja svørtklødd løgreglufólk millum hús í Havn í dag

Tað er tí, at talan er um eina stóra venjing hjá løgregluni. Venjingin verður millum klokkan 8 og 16, og løgreglufólkini verða helst mest sjónlig millum klokkan 10 og 14-15 seinnapartin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Hann sigur, at tey javnan gera slíkar venjingar, og í dag verða tey ymsa staðni í Havnini. Talan er um servand løgreglufólk, sum fara at venja.

– So fólk skulu ikki óttast, um tey síggja svørtklødd løgreglufólk millum hús og í havum ymsastaðni. Men sjálvandi, eru tey í iva, so er bara at ringja til okkara, men vit plaga at seta skelti upp, sum vísa, at talan er um venjing, sigur vaktleiðarin.

Hesar venjingarnar verða í tríggjar dagar, men mest sjónlig verða løgreglufólkini í dag, sigur vaktleiðarin.