Um hálvgum níggjutíðina í gjárkvøldið kom løgreglan fram á nøkur ung fólk um 14-15 ára aldur, sum sótu og drukku – og vóru rættiliga drukkin – uttan fyri ein barnagarð í Havn. Har høvdu tey óruddað illa, so tey slupppu at taka alt uppaftur eftir sær.
Løgreglan sendi boð eftir foreldrunum at koma eftir teimum, og skrivar eina frágreiðing til sosialu myndugleikarnar um hendingina.
Beint áðrenn midnátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein sera full genta var komin inn í Sentrum í miðbýnum í Havn. Tá løgreglufólkini komu á staðið, vóru foreldrini longu komin eftir gentuni. Fyri at binda um heilan fingur fóru tey fyrst á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum við gentuni til kanningar.
Eisini í hesum føri skrivar løgreglan eina frágreiðing til sosialu myndugleikarnar.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur frá løgreglufólkunum, sum vóru í býnum í Havn í nátt, at har vóru rættiliga nógv blaðung fólk.
Ein fráboðan kom um, at ov ung fólk sluppu at keypa rúsrekka á eini barr. Løgreglan fór á staðið og staðfesti, at har var eingin inni, sum var undir 18 ár. Tí varð hendan fráboðan ikki staðfest.
Og beint áðrenn klokkan 4 fekk løgreglan boð um eina 16 ára gamla gentu, sum hevði fingið ov nógv at drekka. Hon var send á Landssjúkrahúsið til kanningar, foreldur boðsent, og frágreiðing skrivað til sosialu myndugleikarnar.
Og sum rosinan í pylsuendanum, so var ein ungur drongur skrivaður fyri brot á skilhaldsreglarnar, tá hann vísti løgregluni longutong.