Fyri løtu síðani varð fundur settur í Norðurlandahúsinum, har brandingin av Føroyum í framtíðini verður avdúkað.
Tað var Óluva Zachariassen, ið legði fyri og greiddi frá skránni, og síðani fekk Johan Dahl, landsstýrismaður í ferðavinnumálum orðið.
Síðani var tað Guðrið Højgaard ið greiddi frá um føroyska ferðavinnu, áðrenn umboð fyri Sansir og Liquid Mindes greiddu frá nýggju brandingini av.
Nógv fólk hava leitað sær í Norðurlandahúsið til tiltakið, bæði fólk innan ferðavinnuna, politikarar og onnur áhugað.
Skráin:
10.00 Johan Dahl, vælkomin
1010. Guðrið HØjgaard: Visión og strategi fyri Føroyar sum ferðamannaland
10.40 Sansir & Liquid Mindes: Framløga av nýggja ferðavinnubrandinum
11.30 Tikið verður saman um
11.40 Máltíð við føroyskum brellbitum
13.00 Liðugt










