Hvussu ber tað til, at ein rundkoyring í Skálafirði kostar umleið seks ferðir so nógv sum aðrar rundkoyringar í Føroyum. Tað er ein spurningur, Jørgen Niclasen nú skal greiða løgtinginum frá. Tað er Helgi Abrahamsen, tingmaður, sum spyr, hvussu tað ber til, at eitt vegastrekki á Skálafirði er vorðið so dýrt at gera.
Hann vil eisini hava at vita, hví tað er dýrari at gera veg eftir sløttum í Skálafirði, enn tað er at bora og spreingja ígjøgnum eitt fjall til Gásadals.
Helgi Abrahamsen vísir á, at tá ið løgtingið samtykti at gera veg omanfyri bygdina Skálafjørð, varð kostnaðurin mettur at vera 43,5 milliónir krónur. Men sambært seinastu útbjóðingini er kostnaðurin nú umleið 70 mió. krónur.
- Hetta er næstan tvær ferðir so nógv sum Gásadalstunnilin kostaði tá hann varð gjørdur, sigur Helgi Abrahamsen. Hann vísir eisini á, at ætlaða vegagerðin í Skálafirði er eitt vet styttri enn Gásadalstunnilin, tá tilkoyringarvegirnir eru íroknaðir.
Helgi Abrahamsen vil tí hava Jørgen Niclasen at greiða løgtinginum frá, hví vegurin er dýrkaður so nógv. Og hann spyr eisini hví ein rundkoyring í Skálafirði kostar heilar sjey milliónir krónur at gera.
Somuleiðis vil hann eisini hava at vita, hvat landsstýrið ætlar at gera fyri at fáa ferðsluna gjøgnum Skálafjørð trygga. Og somuleiðis vil hann hava at vita um tað er rætt, sum hann hevur fingið upplýst, at landið hevur keypt og goldið fyri jørðina, har ætlanin var at gera vegin.
|