Oda Ellingsgaard.
Hetta var suverent, tað var fantastiskt at síggja Coldplay, Robbie Williams og Mew live, vit stóu fremst alla tíðina. Tað var serliga Coldplay, sum var gott. Tað var tann konsertin í kvøld. Eg eri í øllum førum væl nøgd við kvøldið.
Meinhard Mikladal
Hatta var heilt ótrúligt. Eg haldi sjálvur, at Coldpalay spældu bestu konsertina. Men eisini Robbie Williams og Mew vóru góðir. Eg eri akkurát byrjaður at lurta eftir Mew og kenni teir bara á fløgu. Men teir eru ein ótrúliga góður live bólkur.