TM Tønder við Niklasi Simonsen á liðnum spældi í kvøld fyrsta av trimum møguligum uppflytingardystum ímóti KIF Kolding. Niklas Simonsen kom bert inn við eitt brotskast og kundi síggja málverjufelagan hjá sær gera nógvar týdningarmiklar bjargingar, ið førdu til, at TM Tønder vann fyrsta uppflytingardystin ímóti KIF Kolding við 23-25.
TM Tønder kann nú við sigri á heimavølli týsdagin, vinna seg upp í fremstu donsku deildina.
Les eisini: Niklas spælir um uppflyting móti donskum risa
Fyrrverandi VÍF-málverjin byrjaði á bonkinum, og kundi síggja hin málverjan í felagnum, Christian Trans, hjálpa liðnum sera væl í útidystinum í Kolding.
Christian Trans var skrásettur fyri sína fyrstu bjarging tá ið tíggju minuttir vóru farnir og Tønder var á odda 5-7. Fleiri bjargingar komu afturat, umframt at stongin bjargaði í tveimum førum, og so var Tønder brádliga á odda 7-13. Hálvleiksstøðan gjørdist 12-16 til Tønder. Niklas Simonsen slapp at royna seg ímóti brotskasti ímóti endanum av hálvleikinum, men bólturin fór í málið.
Christian Trans byrjaði aftur í seinna hálvleiki, og hann fekk beinvanvegin eina bjarging og sá enn eitt skot fara á stongina. Tønder varðveitti munin væl inn í seinna hálvleik, hóast álopsspælið ikki var nakað at reypa av.
Éftir 36 minuttir var støðan 14-19 til Tønder, ið tóktist at hava tamarhald á. Men tíggju minuttir seinni var støðan minkað niður í 18-20, og støðan kundu verið enn verri fyri Tønder. Christian Trans var nevnliga skrásettur fyri fleiri bjargingar hesa løtuna.
Men Tønder-álopið var í svárum trupulleikum, og eftir fleiri skjótálop var javnleikur 21-21 við færri enn tíggju minuttum eftir at leika.
Tønder reisti seg, og skoraði tvær ferðir so at støðan var 21-23, og Kolding tók time-out við seks og einum hálvum minutti eftir. Bæði liðini mistu bóltar, men Niklas Simonsen kundi enn einaferð síggja felagan í Tøndermálinum gera týdningarmikla bjarging. Tað sama gjørdi Kolding-málverjin og støðan gjørdist 22-23 við trimum minuttum eftir.
Tønder kom ikki til møguleika og tók time-out tá ið klokkan vísti 57 minuttir og 43 sekund. Hetta gav ikki úrslit í fyrstu atløgu, tí eitt skot var brent, men ein villa gav Tønder bóltin aftur og løtu seinni fekk Tønder brotskast samstundis sum ein Koldingspælari var útvístur. 55 sekund vóru eftir.
Brotskastið endaði í málinum og so var 22-24 til Tønder og Kolding hevði skund.
Skotið var alt fyri eitt, Christian Trans fekk enn eina bjarging og so kom avgerandi málið í hinum endanum. Kolding pyntaði um úrslitið í seinasta sekundi, so at endaliga úrslitið gjørdist 23-25 til TM Tønder.
Christian Trans var skrásettur fyri 45 prosent í bjargingum, so helst skal Niklas Simonsen vera til reiðar at byrja á bonkinum aftur tá ið næsti dysturin er á skránni týsdagin.
Vinnur Tønder tann dystin, so spælir felagið í fremstu donsku deildini komandi kappingarár.