Nikkel Nielsen hevur verið í starvi sum húsavørður hjá Eiðis kommunu í 20 ár.
Í hesum sambandi hevur hugnaløta verið á kommunuskrivstovuni, har Nikkel fekk gávu frá kommununi.
Virkandi borgarstjórin í Eiðis kommunu, Annsy Høghamar, segði eisini nøkur orð við høvi.
Eiðis kommuna ynskir húsavørðinum seinastu 20 árini hjartaliga tillukku við starvsdegnum.