Níggjundi revsipakki móti Russlandi nærkast

ES lond semjast kanska í dag ella í morgin um næsta pakkan við revsitiltøkum ímóti Russlandi, sigur uttanríkisstjóri

Russisku oyðileggingarnar í Ukraina eru øgiligar. Mynd: Abaca/Ritzau Scanpix

ES lond nærkast níggjunda pakkanum við revsitiltøkum ímóti Russlandi. Men enn eru øki, sum semja ikki er um. Tað sigur Josep Borell, sum er uttanríkisstjóri hjá ES, undan fundinum millum uttanríkisráðharrarnar í ES londum í dag.

– Eg helt, at vit í morgun vóru til reiðar at geva grønt ljós. Men enn er ikki klárt.Kanska tað verður seinni í dag. Men tað eru nakrir spurningar, sum vit skulu semjast um, sigur Josep Borrell.

ES londini hava longu samtykt átta pakkar við revsitiltøkum ímóti Russlandi. Teir hava bæði rakt persónar, felagsskapir og russiska statin.

Tað síðsta var eitt prísloft á russiska olju í síðstu viku. Tað merkir, at tey umfataðu londini í mesta lagi mugu gjalda 60 dollarar fyri eina tunnu av russiskari olju – svaranditil 423 krónur.

Harumframt kom eitt innflutningsbann í gildi ímóti russiskari olju sjóvegis fyri flestu ES lond.

Men so hvørt sum revsitiltøkini verða herd, verða andlitsbráðini í teimum ES londum, sum mugu síggja seg sjálvan gjalda ein prís fyri nýggju tiltøkini, eisini strammari.

Uttanríkisstjórin í ES vónar tó, at ES londini aftur standa saman um nýggju tiltøkini.

– Eg vóni, at tað eydnast í dag ella kanska í morgin, sigur Borrell.

/ritzau/

 

 

Russisku oyðileggingarnar í Ukraina eru øgiligar. Mynd: Abaca/Ritzau Scanpix