Niels Pauli varð tveittur út

Brot úr bókini "Tey sóu reytt"

“Tað er einki yvir at dylja, at størsti parturin av limunum í Oyggjaframa – kortini ikki øll – hella politiskt til Tjóðveldisflokkin. Teirra millum eru bæði André Niclasen og Tórður Jóansson, sum stovnaðu Oyggjaframa, limir í Tjóðveldisflokkinum. Og fyrstu tíðina kenna limirnir í Oyggjaframa seg sum part av Tjóðveldisflokkinum.

Hetta kemur greitt til sjóndar, tá Niels Pauli Danielsen, stud. theol, seinni prestur, løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, á heysti í 1962 verður útihýstur í Oyggjaframa, tí hann ikki verður mettur at vera nóg vinstravendur. Í brævinum til Niels Paula Danielsen, tann 14. okt. 1962, stendur millum annað:

“Eftir at hava umhugsað støðu tína til verkamannarørsluna – sum vit í Tjóðveldisflokkinum ganga fult og heilt innfyri – halda vit, limir í Oyggjaframa, at tú ikki hóskar sum limur í felag okkara“.

Kortini leggur Oyggjaframi nógv fyri at gera øllum greitt, at felagið ikki er bundið at nøkrum politiskum flokki. Felagið heldur fast um, at Oyggjaframi er eitt politiskt óheft felag, ið savnar vinstravend og sjálvstýrissinnað. Men politisk mótstøðufólk eru áhaldin og halda fram at knýta Tjóðveldis- flokkin og Oyggjaframa saman. Fleiri limir í Tjóðveldisflokkinum eru ikki heilt álvuligir við at vera settir í samband við Oyggjaframa, tí útisetafelagið er ov vinstrasinnað og marxistiskt. Tað kann styggja veljarar frá flokkinum og harvið minka um undirtøkuna. “