Niels gjørdi miðvíst arbeiði fyri felagsskapin

- Hann var ein savnandi og sjálvboðin drívmegi til frama fyri ungdómin í mong ár, og hetta hevur havt stóran týdning fyri eftirtíðina í kommununi.

Tá mentanardagar vórðu settir í Sunda kommunu seinasta fríggjakvøld, varð eisini avdúkað, at Niels Petersen skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2024” frá kommununi.

 

Sunda kommuna hevur í fleiri ár heiðrað persóni ella felagsskapi, sum hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, ið er til gagns fyri borgarar í kommununi. 

 

Siðvenja er at handa hendan heiður, tá árligu mentanardagarnir byrja.

 

Í ár hevði trivnaðarnevndin í kommununi valt, at Niels Petersen skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2024" - við hesi grundgeving:

 

- Fyri sítt miðvísa arbeiði at seta felagið Streym á stovn og fyri at vera ein savnandi og sjálvboðin drívmegi til frama fyri ungdómin í økinum í mong ár.

 

Í Sunda kommunu ásanna tey, at arbeiðið, sum Niels Petersen gjørdi, hevur havt stóran týdning fyri eftirtíðina í kommununi.

 

Við heiðrinum "Ársins herðaklapp 2024" fylgir eisini ein peningagáva á 3.000 krónur og ein gáva úr føroyskum gróti.