Niclas Johannesen fer at skriva ein sangleik

Niclas Johannesen er ein teirra, sum í seinasta umfari fekk játtað starvsløn frá mentanargrunni landsins.

Niclas Johannesen telist millum navnframastu tónleikarar í Føroyum, og tað verður eisini innan tónleikin, at Niclas Johannesen fer at arbeiða við starvslønini, tí hann fer nevniliga at skriva ein sangleik.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Niclas Johannesen fæst við sangleikir, tí hann skrivaði tónleikin til sangleikin Sjeyk frá 1997.

 

Hesaferð verður tað tó ikki bert tónleikurin, sum skal skrivast, men eisini manuskriptið til leikin sjálvan, sigur Niclas Johannesen.

Tema í Vikuskiftissosialinum hesaferð er starvslønir frá mentanargrunni landsins.