Niðurstøðan er margháttlig

Fólkaflokkurin heldur lítið um avgerð løgmans at halda fram við samgonguni og Sjálvsstýrisflokkinum sum stuðulsflokki -Tað, sum man vil nú, er at halda fram við óstabilitetinum, og tað er óseriøst, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, við Norðlýsið.

Hann sigur, at løgmaður hevur meiriluta fyri at verða sitandi, men at hann hevur ikki meiriluta fyri at reka politikk, og hann heldur niðurstøðu løgmans vera margháttliga.

-Útmeldingin frá løgmanni er lítið og einki verd, sigur fólkafloksformaðurin við Norðlýsið.