Niðurleggið ikki skúlan

Svar til Jógvan Mørkøre

Bygdaráðsformaðurin í Hósvík, Jógvan Mørkøre sigur í samrøðu í blaðnum fríggjadagin, at Alv skúlin skuldi verið niðurlagdur.

Soleiðis síggi eg ikki støðuna av tí, at eg havi tikið F.H.S. prógv á Alv skúl-anum við Áir. Tað hevði eg neyvan klárað á Handilsskúlanum, tí har eru nógvir næmingar í hvørjum flokki. Tað førir við sær, at lærarnir ikki hava nóg góðar stundir at taka sær av einum næmingi sum mær, ið krevur nógva hjálp av tí, at tað vóru 20 ár gingin frá tí at eg fór úr skúlanum, til eg kom har, og nógv av tí, ið vit høvdu har, hevði eg ikki lært.

Vit vóru bert fáir næmingar í flokkinum sum gjørdu at lærarnir høvdu góðar stundir at læra okkum tða, vit ikki dugdu. Jógvan Mørkøre kundi roynt at farið á handilsskúlan eina tíð og síðan at farið á skúlan við Áir. Tá hann hevur roynt tað, kann hann síggja munin.

Einaferð vildi Jógvan Mørkøre hava ellisheim har Alv skúlin heldur til, nú skulu sjómenninir hava bygningin. Hvat verður tað næsta? Møguliga skal skúlin flytast.

Gerið ikki tað mistak at niðurleggja hann.


A. Jens Pauli í Dali

340 Kvívík