Neyvan umhvørvisbumbur kring Føroyar

Stór oljutangaskip sigla av og á í føroyskum sjógvi, men vandin er lítil fyri, at ein umhvørvisvanlukka hendir, heldur Elmar Højgaard, stjóri í fiskiveiðieftirlitinum

DÁLKING

Ongin skráseting er av tangaskipum, sum sigla í føroyskum sjógvi.
Sostatt ber ikki til at siga, um stór tangaskip sum »Prestige«, ið fór til botns við 70.000 tonsum av olju, sigla í føroyskum sjógvi.
Tað er kortini greitt, at stór tangaskip við fleiri túsund litrum av olju javnan sigla í havinum kring Føroyar. Serliga sunnan fyri oyggjarnar er nakað av tungari ferðslu.
Ein umhvørvisbumba álík henni, sum brast, tá »Prestige« kollsigldi, hendir tó neyvan um okkara leiðir, metir Elmar Højgaard, stjóri á fiskiveiðieftirlitinum.
? Stóru tangaskipini koma eisini gjøgnum føroyskt øki av og á, men tá eru tey langt úr landi, og ongin vandi er fyri, at tey renna á land, staðfestir Elmar Højgaard.
Standurin umborð á »Prestige«, sum fór av um tvøran 135 fjórðingar úr landi, var syndarligur. Ein danskur loðsur, sum førdi skipið gjøgnum Oyrasund, 11 dagar áðrenn vanlukkan hendi, var skelkaður yvir útgerðina umborð, og hvussu ringum standi skipið var í. Radarútgerðin og antikollisjónsskipanin var í ólagi, og tað átti ongantíð at fingið loyvi at siglt, sigur hann við Jyllands Posten.
Tað kemur fyri, at eitt nú russisk tangaskip koma inn á Redina at bunkra, men tey eru sjálvandi ikki so stór.
? Vit hava verið umborð og kanna skipini, tá tey eru komin higar, og tey skipini eru í hampiligum standi. Tað eru nokk so seriøsar fyritøkur, sum eru her, og tær fylgja øllum altjóða normum, sigur Elmar Højgaard.
Hann heldur samanumtikið, at vandin er rættiliga lítil fyri, at ein umhvørvisbumba kann bresta í føroyskum sjógvi, men hann ásannar í somu vending, at skaðaleys sigling illa ber til.