Oljuleiting
Nú tveir av brunnunum, sum boraðir eru við Føroyar, hava verið turrir er ivi um Føroyar nakantíð fara at gerast eitt stórt oljuøki eins og t.d. Kuwait, sum onkur annars hevur spátt um. Ein teirra, sum ivast í hesum er Morten Sparre Andersen, sum hevur arbeitt hjá donskum og føroyskum jarðfrøðiligum myndugleikum í mong ár og sum hevur stóran kunnleika til føroysku undirgrundina.
Hann hjevur fylgt gongdini í Føroyum seinastu 17 árini, harav verið í Føroyum í seks ár.
Hann er utbúgvin sum jarðfrøðingur og geofysikari..
Morten Sparre Andersen sigur, at stórar og góðar fyrireikingar eru gjørdar undan leitingini og hevur Oljumálastýrið gjørt eitt sera professionelt arbeiði eisini oljufeløgini.
Av tí at feløgini hava bundið seg til at bora fleiri brunnar, so er møguligt, at tey ikki neyðturviliga bora tey bestu prospektini alt fyri eitt men bora eftir tí bestu raðfylgjuni. Hóast man eftir tvær boringar ikki gjørt nakað veruligt fund er tað tó staðfest, at her er ein virkin oljuskipan. At at tað er ein virkin oljuskipan gevur orsøk til at halda, at næstu boringarnar eru væl grundaðar.
-Eg havi góðar vónir til tær komandi boringarnar. Men úrslitið higartil gevur okkum ta fatan, at Føroyar-Hetlands-rennan er neyvan eitt ovurstórt oljuøki ala Kuwait sigur Morten Sparre Andersen. Føroyar koma at minna um Danmark og Holland, hvat fundum viðvíkur. Men í mun til føroyska búskapin so finst helst nógv olja her, men vit skulu sum nevnt ikki ímynda okkum eina Kuwaitgongd. Heldur at tað verður funnin olja í avmarkaðum nøgdum.
Tað er framvegis møguleiki at finna stór felt, men neyvan gigantisk felt, nú tvær boringar ikki góvu nakað úrslit. Men man skal helst til at hugsa nýggjar tankar í framtíðini. sigur hann, sum annars vísir á, at tað er nógv olja í Clair hinumegin markið men torført er at koma til hana. Schiehallion og Foinaven eru tó stór felt.
Morten Sparre Andersen heldur ikki, at áhugin fer at minka sjálvt um tríggir brunnar verða turrir. ?Um allir 8 brunnar í 1. útbjóðing eru turrir, so fer tað sjálvandi at ganga seinni enn ætlað. Men vit mugu ikki gloyma, at hesir átta brunnarnir eru í einum basengi. Vónir eru um, at vit kunnu finna onnur baseng longur norðuri í Føroyar-Hetlands-rennuni ella aðrastaðni í Føroyaøkinum, sum eru áhugaverd fyri leiting seinni.
Men tá fyrstu 8 brunnair eru boraðir í Foinaven bassenginum so hevur ídnaðurin eitt sera gott grundarlag til at meta um basengið og tað kann so eisini henda, at feløgini vilja bora uppaftur fleiri brunnar. Men olja skal helst finnast við hesum 8 brunnunum.
Morten Sparre Andersen vísir á, at fleiri brunnar verða boraðir hinumegin markið og hesum eiga vit at at vísa stóran ans. Føroyingar kunnu fáa góða vitan við hesum boringum, tí jarðførðin kennir eingi mørk.
Annars heldur Morten Sparre Andersen, at eisini nýggju ára loyvini við Føroyar eru áhugaverd, tó at tey ikki nú bera nakra boring í sær. Men tað kann gerast ein sera stór avbjóðing at vita, um olja er undir basaltinum.









