Neyðugt við røttum skeltum

Fríggjadagin í næstu viku heldur Ferðavinnufelagið aðalfund sín. Eitt av málunum eru umstøðurnar hjá teimum ferðandi í Føroyum, ið skulu úr einari bygd í eina aðra.

Aftaná sjálvan aðalfundin verður kjak um konkret mál hjá Ferðavinnufelagnum at taka sær av.

Eitt av tjakevnunum er ein ætlan at seta ein bólk, sum skal vegleiða Landsverk í sambandi við skelting av vegum og støðum til útlendsk ferðafólk.

Ætlanin er somuleiðis at seta ein bólk, sum skal tosa við Strandferðsluna um rutuplanlegging og koyring hjá Strandferðsluni, millum annað um vikuskiftið.

Á fundinum fer nýggi leiðarin á Kunningarstovuni í Havn, Theresa at samanbera føroysku og grønlendsku ferðavinnuna. Hon hevur royndir innan hetta øki í Grønlandi, og fer at útgreina, hvussu tann grønlendska ferðavinnan er sett saman, og tann leiklut sum grønlendska heimastýrinum hevur.