Neyðugt við enn fleiri sparingum fíggjarlógini

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum váttar, at fleiri sparingar skulu til hjá tí almenna

Fíggjarlógin

Tær 10 prosentini, sum miðfyrisitingin hjá landsstýrinum hevur fingið boð um at spara næsta ár, verða ikki tær einastu sparingarnar, sum tað verður neyðugt at gera á fíggjarlógini fyri næsta ár
? Tað verður nevniliga neyðugt við enn fleiri sparingum á fíggjarlógini
Tað váttar Bárður Nielsen, landsstýrismaður fyri Sosialinum.
Á minussíðuni hjá landskassanum telur tað heilt nógv hjá landskassanum at tað er ein sannroynd, at lønirnar fara at hækka 4% næsta ár.
Tað telur rættiliga nógv hjá landskassanum, tí nógv tann størsti parturin av útreiðslunum hjá landskassanum, eru lønir av ymsum slagi.
Hinvegin er støðan hjá landskassanum tann, at næsta ár fara inntøkurnar at vera áleið tær somu, sum tær eru í ár.
Samstundis miðjar landsstýrið eftir, at næst ár skal hallið á fíggjarlógini ikki vera størri enn í ár, ella góðar 200 milliónir.
Men samstundis hevur landsstýrið boðað frá, at tað ætlar at føra ein arbeiðsskapandi fíggjarpolitikk og at brúka nógvan pening til útbyggingar fyri at hjálpa til at halda hjólunum í gongd og at skapa arbeiði.
Tað er eisini ein veruleiki, at næsta ár verða fleiri sambýli liðug, sum fara at krevja nógv starvsfólk.
Tey 10 prosentini, sum miðfyrisitingin skal spara, gevur bara sey milliónir og tað er bara ein lítil dropi í havinum av almennum útreiðslum.
Sostatt slepst ikki undan, at seta enn fleiri sparingar í verk fyri at fáa roknistykkið at ganga upp.
Sosialurin veit eisini frá álítandi keldum, at stovnar undir landsstýrinum fara í næstum at fáa boð um at spara nøkur prosent í rakstrinum.
Keldur í umsitingini vilja vera við, at í næstum fara almennir stovnar at fáa boð um at spara 10% í rakstrinum.
Sostatt er tað greitt, at tað slepst ikki undan enn fleiri uppsagnum á ymsum stovnum.
Men kortini eru bæði heilsuverkið og skúlaverkið undantikin hesum sparitiltøkum, tí tað leggur samgongan dent á at varðveita.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, váttar at tað verður neyðugt við fleiri sparingum.
Men hann vil framvegis ikki inn á smálutir í fíggjarlógini og tí vil hann hvørki vátta ella avsanna tíðindini um tey 10 prosentini.
Og hann leggur framvegis dent á, at tilsamans fer tað almenna at hava brúk fyri fleiri hondum til arbeiðis næsta ár, enn tað hevur í dag, tí at landsstýrið fer at føra ein arbeiðsskapandi fíggjarpolitikk, eitt nú við ymsum útbyggingum, sumframt at áðurnevndu sambýli fara at krevja nógv starvsfólk.
Landsstýrismaðurin sigur politiska viðgerðin av fíggjarlógini er at kalla liðug.
Og hann heldur, at landsstýrismenn hava dugað væl at ásanna búskaparligu støðuna og tí hava ynskini og krøvini ikki verið so stór, sum tey onkuntíð hava verið.
Annars hevur hann ongar viðmerkingar, fyrrenn fíggjarlógin verður løgd fram.