Hetta var sjeyndu ferð at Trev vitjaði í Føroyum, men boðskapur hansara er kortini hin sami: Hvussu kristinlívið skal livast.
Hesaferð byrjaði hann við einum ungdómsmøti at tosa um viðurskiftini við Gud og um, hvussu týdningarmikið tað er at halda fast við hetta sambandið.
Hann samanbar hetta við eitt forlovilsi ella giftarmál, har báðar partar veruliga ynskja at vera nógv saman og nýta tíð saman við hvørjum øðrum.
- Sum giftur maður veit eg hvønn týdning tað hevur at seta tíð av til konuna. Og sum trúgvandi maður veit eg eisini, at eg havi brúk fyri at seta tíð av til Gud.
- Honum leingist eftir at júst tú skalt siga við hann, at tú eisini elskar hann og ynskir at vera saman við honum, legði Trev m.a. dent á.
Møtini hildu fram alla vikuna, alt at sunnukvøldinum, tá hann talaði seinastu ferð á hesum sinni.
Kendur talari
Trev er ein kendur talari, sum ferðast runt í ymisk lond at hava møti og fyrilestrar.
Føroyingar komu fyrstu ferð í samband við Trev á einari ráðstevnu í Hollandi, sum kallaðist "Mission" við árskiftið 2001/02. Seinni var ein líknandi stevna í Týsklandi.
Við báðar hesar stevnurnar tóku nógvir føroyingar lut. Trev hevur síðan verið biðin at koma til Føroya í fleiri umførum.
Tey, ið vóru til hesi møtini kundu enn einaferð staðfesta, at Trev hevur nógvar royndir at tala og dugir serliga væl við ungdómi.
Trev tosaði øll kvøldini á enskum, men møguleiki var eisini at hoyra talurnar í føroyskari týðing.
Meinigheitshúsið hevur nevniliga keypt útgerð, so tey eru før fyri at tulka til tann einstaka við høvuðtólum. Fleiri tóku av hesum tilboðnum.