- Hetta er ein óneyðug provokatión frá løgmanni.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, er ikki fegin um útsøgnina frá løgmanni í greinini omanfyri, har hann mest sum útihýsir lønarhækkingum, tá ið samráðingar verða aftur næsta ár.
Hetta er ikki ein góð byrjan upp á samráðingarnar, staðfestir hon
Hon vísir á, at samráðingarnar verða ikki fyrrenn um hálvtannað ár og tí skilir hon ikki, at Løgmaður longu nú kemur til eina so avgjørda niðurstøðu.
- Hvørki Kaj Leo Johannesen, Starvsmannafelagið ella nakar fíggjarfrøðingur, hava ánilsi fyri, hvussu fíggjarliga gongdin verður næsta ár, so tað er ótrúliga óheppið at koma við hesum nú, sigur Selma Ellingsgaard.
- Tað er undrunarvert, at løgmaður leggur samráðingarúrslitið fast hálvtannað ár áðrenn nakrar samráðingar eru byrjaðar og tað kunnu vit ikki góðtaka.
Hon sigur, at samráðingar eru millum tveir javntsettar partar og tí er hetta ein útsøgn, sum órógvar meiri enn gott er.
Áðrenn samráðingarnar hava verið, kann ongin siga nakað sum úrslitið sigur hon, og leggur afturat, at tey hava ikki enn gjørt upp um hvørji lønarkrøv møguliga koma upp á tal næsta ár.
Les eisini greinina: Kunnu ikki droyma um lønarhækking næsta ár










