Neyðætlanin hjá Sumba er sett í verk

Sumba gav FS Vágar ferðaseðilin til aðru deild í hondina sunnudagin, og metta eftir botnuppgerðini í Sørvági, er ilt at ímynda sær, hvussu vágamenn skulu handa hann víðari.

Heimildarfrásøgn


FS Vágar-Sumba 0-2 (0-2)


Lagt var upp til tann heilt stóra botngysaran, tá sumbingar sunnudagin fóru til Sørvágs at dystast móti FS Vágum.

Uttan at skilja B71 burtur frá teimum liðum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, vóru tað fyrst og fremst hesi bæði Sumba og FS Vágar, sum fólk flest høvdu í tonkunum, tá tosið fall inn á beinleiðis niðurflytan.

Nógv høvdu í so máta sumbingar til favorittar at tapa hetta stríðið, men hinvegin, so hava sumbingar áður snýtt serfrøðingarnar, og soleiðis tykist tað aftur at skula ganga í ár.


Kenna háttin

Sumba hevur nevnliga, síðani teir komu aftur í bestu deildina í 1998, verið heitur favorittur til niðurflyting á hvørjum ári, men oknursvegna hava teir kortini staðið seg. Seinast tá teir við einum máli í evsta minuttir á Vágseiði bjargaðu enn eitt ár í deildini.

Tískil vita teir betur enn teir flestu, júst hvat skal til í so máta, og líkt er til, at teir aftur nú eru farnir í holt við afturvendandi bjargingarroyndina.

Til dystin sunnudagin høvdu teir styrkt seg við Dánjal Johan Joensen, sum annars er fluttur av landinum. Dánjal Johan kom við flúgvaranum, júst sum sumbingar komu vestur, og beint sum dysturin var liðugur, gekk leiðin aftur til Danmarkar.

Saman við roynda verjuskansanum, Marlon Kjærbo og Bergi Vinther, var hann partur av hjartanum av sumbiarverjuni framman fyri Fróða Mortensen, sum aftur var at síggja í sumbiarmálinum.


Løgdu nógv fyri

Sumbingar tóktust frá byrjan sera uppsettir upp á at vinna dystin, og so at siga allan fyrra hálvleik høvdu teir eitt støðugt trýst oman móti vágamálinum.

Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn trýstið gav úrslit. Spasoje Biberdzic, ella Bibi, slapp ígjøgnum í vinstra borði, og tá bólturin varð lagdur innfyri, var Nebojsa Veljkovic, ella Baja sum teir rópa hann, fyrstur á bóltinum, og so var 1-0.

Hóast leiðslumálið, so hildu sumbingar ongantíð upp at við at trýsta, og hetta kastaði eisini fleiri heilt vandamiklar royndir av sær. Tá teir so løgdu seg á odda, var talan tó einamest um eitt flott einmansavrik frá Sasa Tomajek. Staddur nakað í vinstru skamt uttan fyri brotsteigin fekk Sasa fatur á bóltinum, og eftir at hava drigið eitt sindur, langaði hann bóltin í netið, uttan møguleika hjá Remi at verja fyri.

Beint fyri hálvleik kundi Hallur Dam Joensen sløkt alla vón hjá vágamonnum, men Remi bjargaði frágera væl, tá einsamalli sumbingurin royndi seg móti málinum.


Tóku seg aftur

Í seinna hálvleiki tóku sumbingar seg nakað væl aftur á vøllin, og lótu ístaðin mótstøðumenninar um at hava bóltin.

Heimaliðið slapp nú at leggja eitt hampuligt trýst oman móti sumbiarmálinum, men veruligar møguleikar komu teir so at siga ikki fram til. Sumbingar stóðu sera stinnir í verjupartinum, og fleiri ferðir høvdu teir eisini heilt góðar møguleikar at seta ígongd mótálop. Fleiri ferðir førdi hetta eisini yvirtalsstøður við sær, men heilt vandamiklir gjørdist teir tó ongantíð, tí sendingar teirra ikki vóru nóg neyvar.

Móti endanum av dystinum var hetta um at kosta teimum sigurin, men í einum føri eydnaðist Halli at verja fyri skoti á sjálvari málstrikuni, og tá vágamenn at enda komu fram við Fróða í málinum, var Marlon komin aftur at verja fyri, tá bólturin skuldi rullast seinasta pettið.


Returbillett

Nógv bendir á, at vágamenn eftir tapið standa við eini returbilett til aðru deild í hondini. Enn kann støðan sjálvsagt bjargast, men hetta krevur í øllum førum ein sigur, tá sandoyingar koma á vitjan í næstum.

Nýggju kappingarreglurnar viðføra nevnliga, at hóast ein javnleikur ber í sær, at vágamenn og sumbingar verða javnir í stigum, og hóast FS Vágar hevur betri málmun, so eru sumbingar betri í innanhýsis uppgerðum.

Harafturat kemur, at um vágamenn skulu gera sær vónir um at vinna á sandoyingum, so skal heilt annað spæl finnast fram. Sum er tykjast teir at vera fangaðir í vælkendu óndu ringrásini, soleiðis at menn tykjast fullkomuliga máttleysir, tá farið verður á vøllin.

Møguliga verður støðan betri, tá Tór-Ingar aftur verður klárur at spæla, men ein maður fær ikki gjørt nógv einsamallur. Tað skal eitt heilt lið til, og tað hava sumbingar lært.


FS Vágar-Sumba 0-2 (0-2)


0-1: Nebosja Veljkovic 11

0-2: Sasa Tomajek 34


Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)


FS Vágar:

Remigius Mikocionis ? Poul Kjartan Thomsen, Eyðfinn Fjalsbak, Zylvanius Zudis, Heðin Joensen ? Hannus Olsen, Igoris Kirillovas, Ari Thomassen, Rimvydas Bakus ? Birgir Joensen, John Johannesen


Sumba:

Fróði Mortensen ? Dánjal Johan Joensen, Marlon Kjærbo, Bergur Vinther ? Mortan úr Hørg, jan Poulsen, Hallur Dam Joensen, Sasa Tomajek, Spasojé Biberdzic, hans Jacob Thomsen ? Nebojsa Veljkovic