Neyðtikin á Roskilde Festivalinum

Ein 22 ára gomul svensk kvinna hevur vent sær til løgregluna og sigur seg hava verið fyri neyðtøku á Roskilde Festivalinum, og at hetta skal vera hent aftanfyri stóra appelsinlitaða pallin, har hon var farin at sleppa sær av við vatnið.

Helst hevur hon fingið blackout orsakað av ov nógvum alkoholi. Tá hon aftur kom til sín sjálvs, var ein maður í gongd við samlegu við hana, men hann slapp sær avstað, tá kvinan vaknaði.

Ekstrablaðið veit at siga, at maðurin er mettur at vera 20 – 25 ár og sær skandinaviskur út. Han hevur svart hár niður á akslarnar og var í sweatshirt, ið var blá/myrk og við hettu, og annars rakk niður á knøðini, mest sum ein kjóli. Hann var ikki í buksum og var eisini skóleysur.

Tann 22 ára gamla kvinnan metir, at fleiri helst hava sæð hendingina, og at fleiri kanska ikki hava havt ta fatan, at hetta var neyðtøka. Løgreglan vil fegin frætta frá møguligum vitnum.