Neyðtøkuætlan skot fyri bógvin

Fyrrverandi javnaðarløgmaðurin Atli Dam, sigur, at tað sum kann harma hann er, at nú er vandi fyri, at talan bert fer at gerast um krónur og oyru.

-Tað hugsjónarliga støðið, sum samvinnan millum tvær javnar tjóðir eigur at byggja á, kámast tá burtur, eisini tann verunleikin, at samvinnan á mangan hátt kundi veitt tjóðini størri frælsi, verunligt lívsfrælsi, heldur enn tað berserkarafrælsi, sum enn tykist einasta boð Tjóðveldisfloksins.

Sosialurin hevur biðið tríggjar fyrrverandi løgmenn um at gera viðmerkingar til seinastu samráðingarnar í Keypmannahavn millum landsstýrið og donsku stjórnina.

Atli Dam, fyrrverandi løgmaður javnaðarfloksins er rættiliga bersøgin og avgjørdur: -Tað var eitt sindur hugaligari at fylgja tíðindafundinum á Christiansborg týskvøldið enn seinast, tá føroyingarnir sum óargaligir skúladreingir noktaðu at koma inn aftur í tíman, soleiðis at Poul Nyrup mátti sita einsamallur, harvið tað eydnaðist at skapa fatan av, at hann var harðrendur uttan at hyggjararnir skiltu, at tað var á føroysku hálvuni, at onkur bar seg ósiviliserað at og ikki frúgvin Marianna Jelved á donsku hálvuni.

Annars heldur Atli Dam, at boðskapurin var júst hin sami, men tað, at menn tóktust betur fyri og meira frígjørdir, gjørdi, at endurtøkan tóktist munin meira avklárandi, enn tá boðini vóru framborin fyrstu ferð 17. mars.

-Tað tóktist sum var tað farið at ríva fyri eygum løgmans og Helenu, tí tey tóktust sanna, at tað ber ikki til at hurla slíkar stórbroytingar ígjøgnum í eini handavend. Harvið hevur neyðtøkuætlan Høgna Hoydals eisini fingið skotið fyri bógvin sigur Atli Dam, sum heldur, at Høgni Hoydal tó enn sveimar nakað langt uppi í sínum fantasiheimi, men tað lægri, at skjótt røkka vit upp til føtur hansara og kunnu hjálpa honum at fáa samband aftur við fasta grund, har betri er at standa.

Atli Dam vísir tó á, at vit tá kanska fáa ruddað upp í tí hurlivasa, sum stendst av, at øll fyrisiting er tikin úr vanligum fyrisitingararbeiði og sett at nýta propagandafæ ótálmað í einum ódemokratiskum politiskum talvi.

Fyrrverandi javnaðarløgmaðurin leggur tó aftrat, at tað sum kann harma hann er, at nú er vandi fyri, at talan bert fer at gerast um krónur og oyru.

-Tað hugsjónarliga støðið, sum samvinnan millum tvær javnar tjóðir eigur at byggja á, kámast tá burtur, eisini tann verunleikin, at samvinnan á mangan hátt kundi veitt tjóðini størri frælsi, verunligt lívsfrælsi, heldur enn tað berserkarafrælsi, sum enn tykist einasta boð Tjóðveldisfloksins.

Alt í alt fegnast Atli Dam tó um, at í hvussu er annar parturin skilur, at nógv er, sum kannast skal út í æsir, og at hann vil tryggja sær, at eisini hvør føroyingur fær høvi til at fáa sær fullan kunnleika um málið.