Neyð lærir nakna kvinnu at flyta

Í tíðargrein í Sosialinum í kvøld eftirlýsir Magni Laksafoss politiska viðgerð av viknandi føroyska beriførleikanum, sum ber í sær, at alsamt færri fólk kunnu liva í Føroyum - Beriførleiki vísir, hvussu nógvum íbúgvum vinnubygnaðurin í einum øki er førur fyri at tryggja eitt sømiligt livistøði.

Altumráðandi er at beriførleikin er vaksandi, um eitt land skal mennast og íbúgvarnir trívast, greiðir fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum frá.

Hann staðfestir, at føroyskur politikkur seinastu árini als hevur ikki hugt eftir beriførleikanum. Í staðin hevur fokus verið á at nøkta eina mangan misskilta tjóðskaparliga stoltleikakenslu.

Sambært atstøðini um beriførleika, er tað ikki burðartíttleikin ella flytingarnar millum lond, sum í síðsta enda avgera fólkatalið í Føroyum. Tað er vinnubygnaðurin og búskaparpolitikkurin.

- Málið fyri búskaparpolitikkinum frameftir má vera at økja og styrkja beriførleikan ? ikki at minka um hann við t.d. at skerja blokkin

- Mytan um, at »neyð lærir nakna kvinnu at spinna«, er beinleiðis skaðilig, tí hon letur upp fyri eini hugsjón um, at bara vit trýsta okkara samfelag nóg langt niður, vilja koma loysnir og framburður av sær sjálvum.

- Í veruleikanum átti orðatakið heldur verið: »Neyð lærir nakna kvinnu at flyta«, tí ein náttúrlig avleiðing av at minka beriførleikan er, at fólk flyta av landinum.

- Tí eiga vit heldur at vaksa okkum til ein sjálvberandi búskap við at skapa røttu vinnuligu og búskaparligu karmarnar heldur enn at minka okkum til einsjálvberandi búskap sigur Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, í tíðargrein í Sosialinum í kvøld, har hann eisini viðgerð ES og ætlaðu yvirtøkuna av fíggjareftirlitinum