Tað var BBC, sum fekk telefonsamband við kvinnuna, sum situr gísli hjá Taleban í Afghanistan.
-Bið tey gera okkurt fyri at fáa okkum leys. Vit eru øll sjúk og hava nógvar trupulleikar, segði kvinnan.
Taleban hevur hótt við at beina fyri øll teimum 22 suðurkoreanunum, sum rørslan burturflutti í síðstu viku. Tann 23. gíslin, ein kristin prestur, varð funnin skotin fyrramorgunin.
- Slíkt kann ongantíð rættvísgerast, og vit fara ongantíð at fyrigeva teimum, ið framdu hesa ómenniskjaligu gterð, segði talsmaðurin hjá suðurkoreonsku stjórnini í gjárkvøldið.










